Depil fyri barna- og ungdómsgransking stovnaður
Fróðskaparsetrið hevur saman við toyminum í Barnaverkætlanini fyrireikað ein tvørfakligan depil fyri barna- og ungdómsgransking, sum verður almannakunngjørdur á tíðindafundi í Smæruni mikudagin 30. oktober klokkan 09:00
Endamálið við nýggja Barna- og ungdómsgranskingardeplinum er at skipa, savna saman, greina, menna og miðla vísindaliga granskingargrundaða vitan um børn og ung, sum verður við til at lýsa, tryggja, betra um og menna burðadyggar umstøður hjá børnum og ungum at trívast, mennast og mentast.
Nýggi granskingardepilin hongur væl saman við Barnaverkætlanini, sum eisini hevur til endamáls at øll børn og ung skulu hava tryggar og góðar karmar til at gerast heil menniskju, sum kunnu virka í einum rúmligum demokratiskum samfelag.
Størri tvørfaklig og granskingargrundað vitan er fortreyt fyri at skilja og skapa grundarlag fyri dygdargóðum umstøðum, soleiðis at børn og ung kunnu trívast, mennast og mentast í nútíðar samfelagnum. Nýggi depilin ruddar slóð fyri tvørfakligum samstarvi og gransking, og granskingarúrslitini skulu geva viðkomandi áhugapørtunum á barna- og ungdómsøkinum betri vitan til at raðfesta og gera munagóð átøk til frama fyri børnum og ungum.
Barna- og ungdómsgranskingardepilin, sum er tvørfakligur, verður staðsettur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Depilin verður eisini netverk fyri granskarar á barna- og ungdómsøkinum, og tí verða bæði føroyskir og útlendskir granskarar á altjóða stigi knýttir at deplinum.
Ingi H. Højsted, lektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, er tilnevndur leiðari fyri depilin, og hann fer nú saman við stýrisbólkinum undir at skipa depilin og virksemið. Í tøttum samstarvi við Barnaverkætlanina verður ein tann fyrsta uppgávan at menna og seta í verk eina føroyska kanning, sum gevur grundleggjandi kunnleika um støðuna, og sum verður ein afturvendandi tjóðarkanning av trivnaði, menning, heilsu o.a. á barna- og ungdómsøkinum.
Í stýrisbólkinum fyri depilin eru umboð fyri hvørja av teimum fimm deildunum á Setrinum, umframt umboð fyri Granskingar- og framtakseindina.
Í stýrisbólkinum sita:
Ingi H.Højsted, lektari á Námsvísindadeildini
Frida Poulsen, adjunktur á Námsvísindadeildini
Firouz Gaini, professari á Søgu- og samfelagsdeildini
Marin Strøm, lektari á Deildini fyri heilsu og sjúkrarøktavísindi
Annika H. Davidsen, adjunktur á Deildini- fyri heilsu og sjúkrarøktavísindi
Sissal M. Rasmussen, adjunktur á Føroyamálsdeildini
Hannes Gislason, professari á Náttúrvísindadeildini
Magni Mohr, prorektari fyri gransking og framtaki á Fóðskaparsetrinum
Aftrat stýrisbólkinum verður settur ein ráðgevandi fylgibólkur við altjóða serfrøðingum, ið hava útbúgving og royndir í barna- og ungdómsgransking.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...