Føroyar í europeiska samstarvið fyri hægri útbúgvingar
Politisku Føroyar hava langt síðani sett sær fyri, at Føroyar skulu hava fullan limaskap í EHEA, sum er europeiska økið fyri hægri útbúgvingar. Men hvat restar í fyri, at vit sum land sleppa framat limaskapinum og ágóðunum í honum?
Síðani 2007 hevur føroyskur limaskapur í europeiska økinum fyri hægri útbúgvingar, EHEA, staðið á politisku dagsskránni. Seinni er hetta politiska málið nevnt í fleiri samgonguskjølum, og innanhýsis á Fróðskaparsetri Føroya hevur leingi verið arbeitt við at fyriskipa útbúgvingarvirksemið, so tað lýkur ásetingarnar í Bolognaavtaluni.
Leiðin til limaskap í EHEA kallast nevniliga Bolognatilgongdin. Og hon krevur, at allar hægri útbúgvingar í Føroyum verða skipaðar eftir altjóða leisti, og at óheft góðskutryggingarskipan eisini verður gjørd.
Men limaskapur í EHEA er ikki nakað, sum Fróðskaparsetur Føroya kann fáa. Tað eru Føroyar sum land, sum søkja um limaskap í europeiska útbúgvingarsamstarvinum, sum ikki fæst fyrr enn landið og hægri útbúgvingarstovnar landsins lúka treytirnar fyri limaskapi.
Á ráðstevnu, sum Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Setrið skipaðu fyri í november 2023, vórðu ítøkilig orð sett á tað góðskuarbeiðið, sum skal rótfestast her í Føroyum, so álitið á hægri føroyskar útbúgvingar innan- og uttanlands fær og altíð hevur gott og gjøgnumskygt grundarlag, samstundis sum atlit verða tikin at okkara lokalu frábrigdum. Eisini var óhefti útbúgvingargóðskustovnurin, sum krevst fyri at fáa limaskap, viðgjørdur.
Nógvir ágóðar eru fyri Føroyar og fólkið her sum limur í EHEA. Men skal land okkara fáa limaskap í felags europeiska útbúgvingarsamstarvinum, má sáast fyri at kunna heysta. Og tað kann Fróðskaparsetur Føroya, sum nevnt, ikki gera einsamalt. Her má politiska skipanin, miðfyrisitingin og allur tann hægri útbúgvingargeirin gera sítt.
Fróðskaparsetur Føroya er til reiðar, og útlendski serfrøðingabólkurin, sum kannaði hesi viðurskiftini á okkara universiteti fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið, skrivar soleiðis í frágreiðing síni í november 2022:
"Fróðskaparsetrið lýkur fult út sínar skyldur, tá tað ræður um at røkka fleiri ára gamla málinum hjá Føroyum um at gerast limur í European Higher Education Area (EHEA)”.
Ein samandráttur av ensku frágreiðingini hjá serfrøðingabólkinum er á føroyskum her.
Tó skulu fleiri - og áhaldandi - stig takast av øllum pørtum, útbúgvingargeiranum sum heild, politisku skipanini og miðfyrisitingini.
Útlendski serfrøðingabólkurin kom við fleiri tilmælum, har nøkur eru beinleiðis heft at ynskinum um limaskap í EHEA. Tilmælini og felagssvarini til tilmælini frá Setrinum og aðalráðnum kunnu lesast her á føroyskum.
Ein skjótur máti at fáa innlit í, hvussu stóran týdning hetta felags europeiska samstarvið í roynd og veru hevur fyri Føroyar, og hvat vantar í fyri at koma á mál, fæst við at brúka eina løtu til at hyggja eftir upptøkuni frá ráðstevnuni, sum æt Føroyar í Europa - fullur limaskpur í EHEA.
Hygg eftir ráðstevnuni her.
Luttakarar:
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður
Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Jordi Llombart, Bologna Follow-up Group/Útbúgvingarmálaráðið í Andorra
Terji Beder, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum
Magnus Kárason Durhuus, forseti í MFS
Ólöf G. Sigfúsdóttir, Góðskuráðið fyri hægri útbúgvingar í Íslandi
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...