DREAMS BY THE SEA
22.03.2024
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Føroyskir filmar í nýggjari vísindaligari bók

Bye Bye Blue Bird og Dreymar við Havið eru umboðaðir í nýggjari vísindaligari bók um ungdóm og filmslist

Í nýggja savninum, Film Landscapes of Global Youth, sum Stuart Aitken og Jacob Rowlett hava ritstjórnað, er eitt føroyskt íkast.

Firouz Gaini, professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya, hevur skrivað kapittulin, Two Girls, Two Islands, Two Images – New Cinema in the Faroe Islands, sum lýsir ungdóm, samleika og ungdóm-til-vaksin-skiftið við støði í tveimum føroyskum filmsverkum: Bye Bye Blue Bird (1999) hjá Katrini Ottarsdóttir og Dreymar við Havið (2017) hjá Sakarisi Stórá.

Báðir filmarnir viðgera samansettu og truplu “ferðina” hjá tveimum ungum kvinnum á veg inn í vaksnamannalívið, tá tað snýr seg um spurningar um familjubond, trúgv, seksualitet, frælsi og (oyggja)náttúru.

Samspælið millum tað lítla heimliga og tað stóra fremmanda plássið (og millum Føroyar og Danmark, sum umboðar “stórbýin”) er eisini eitt týðandi evni í hesum filmunum.

Oyggin (“island”) er í kapitlinum meira enn eitt landafrøðiligt stað; hon er ein metaforur og eitt hugtak, sum verður nýtt at greina ungdómssamleikar í broyting í filmlist og í gransking. 

Í savninum eru kapitlar, sum lýsa filmslandslagið hjá ungdómi úr mongum londum kring heimin – til dømis úr Argentina, Italia, USA, Iran og Simbabvi.

Høvundarnir eru serfrøðingar í sosiologi, antropologi, landafrøði, kynsgransking (gender studies),  films- og miðlavísindi og øðrum vísindagreinum.

Tað er Routledge, ið gevur bókina út.

Lesið meira um útgávuna her.