Klipt
04.04.2024
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Kom tú eisini og les á Setrinum

Á universiteti okkara í Føroyum, Fróðskaparsetrinum, hava vit nógvar spennandi hægri útbúgvingar, og nú er aftur klárt at søkja um lestrarpláss

Hevur tú, eins og vaksandi tal av føroyingum, hug at blíva partur av lestrarumhvørvinum á Føroya einasta universiteti? Ja, so er at søkja um lestrarpláss nú. Vit bíða spent eftir tínari umsókn.

Her eru umleið 1000 lesandi, sum taka eina av teimum mongu spennandi og avbjóðandi útbúgvingunum, sum verða bodnar út.

Kanningar vísa, at arbeiðsmarknaðurin er svangur eftir fólki, sum hava staðið prógv her. Næstan 100 prosent hava annaðhvørt lestrarviðkomandi arbeiði ella eru farin undir enn hægri lestur eitt ár eftir, at tey fingu prógv frá Setrinum.

Uttan mun til, hvat tú vilt lesa ella hví, so ert tú hjartaliga vælkomin, og Setrið gevur tær avbjóðingar – og stuðul – til at vaksa, mennast og fáa týdningarmikla nýggja vitan og praktiskar førleikar.

Tú fert at uppliva ovurstóru broytingina, sum hægri útbúgving hevur við sær, og spennandi nýggj útlit fyri tína starvsleið og tínar møguleikar fyri at geva íkast til heimin kring teg.

Tú verður partur av einum serligum universiteti við stórum altjóða útsýni, men sum samstundis er miðsavnað um at nøkta tørvin, sum er í føroyska samfelagnum.

Fittu starvsfólkini á Lestrarskrivstovuni eru altíð klár til at geva tær ráð ella at leiðbeina teg.

Lestrarskrivstovan er altíð klár at veita tær vegleiðing.

Lesið meira her.

Umsóknarfreist fyri kvotu 2 er 15. apríl og 1. juli fyri kvotu 1.