
Lesandi á skeiði í Íslandi
Lesandi á Námsvísindadeildini á Setrinum eru júst afturkomin av norðurlendskum skeiði í Íslandi um málsliga og mentanarliga arvin, sum er í broyting
Í døgunum 8. til 15. mars vóru læraralesandi á Námsvísindadeildini saman við tveimum undirvísarum á norðurlendskum skeiði á Borgarnesi í Íslandi. Heitið á skeiðnum var Nógvar røddir – ein staður: Málsligi og mentanarligi arvurin í broyting.
Skeiðið er partur av einum netverki, sum kallast Spica.
Spica er fíggjað av Nordplus, og tað eru sjey læraraútbúgvingar úr øllum Norðurlondum, ið mynda netverkið.
Spica-netverkið brúkar ymisk norðurlendsk støð at kanna stórar altjóða avbjóðingar og at styrkja um altjóðagerð og millumtjóða samstarv í Norðurlondum.
Í fjør var Námsvísindadeildin á Setrinum vertur.
Til ber at lesa meira um Spicanetverkið her.
- 04.04.2025 SetriðHeilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgumKongshøll á Vestaru bryggju er í dag 4. apríl opin fyri ø...
- 04.04.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinAlmennur fyrilestur: Kyn og stereotypur í arbeiðslívinumKyn, yrkisval og flytføri verður sett á skránna í Kongshø...
- 04.04.2025 Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurBókaútgáva: Sea of ChangeForlagið Fróðskapur gevur í hesum døgum út greinasavnið S...