Vitlíki: - Hvat skulu vit sjálvi duga nú og í framtíðini?
Hvørjar førleikar fara fólk at hava brúk fyri, tá talgild tøkni og vitlíki í framtíðini fer at kunna taka sær av alsamt fleiri kognitivum uppgávum?
Á stóru altjóða tøkniráðstevnuni, TONIK, sum verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai, fer Martin Tvede Zachariasen, rektari, saman við 24 øðrum at hava framløgur um nýggj rák, tá tað ræður um tøkni, nýskapan og íverksetan.
Fyrilesturin hjá honum eitur "Education in age Age of Thinking Machines" og fer at snúgva seg um tvey evni. Eitt er spurningurin um førleikar. Talgilda tøknin og vitlíki fer framhaldandi at taka yvir nógvar av teimum kognitivu uppgávunum, sum vit menniskju hava í dag. Spurningurin er tí: Hvørjar førleikar hava vit menniskju serliga brúk fyri, tá talgild tøkni og vitlíki kunnu taka sær alsamt fleiri av hesum uppgávunum?
Hitt er spurningurin um, hvussu undirvísing og próvtøkur broytast í hesum nýggja veruleikanum. Í hesum er vitlíki bæði ein "vinur" og ein "fíggindi". Vitlíki kann gera stóran og góðan mun í læring og undirvísing, men kann eisini misnýtast og misskiljast.
Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri TONIK-ráðstevnuni.
Lesið meira um ráðstevnuna her.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...