Skriva út

B.L. í Løgfrøði

Bachelor of Law
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi 20
  • ECTS 180 ECTS
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 600 DKK/ECTS

Endamál við útbúgvingini

Eitt høvuðsendamál við útbúgvingini er at gera tað møguligt fyri føroysk lesandi at nema sær siðbundnu løgfrøðiligu útbúgvingina í Føroyum. Í danska ríkinum stendur henda útbúgving, undir einum kallað cand. jur., í samanlagt fimm ára lesnaði: trý ár á bachelor stigi (180 ECTS) og síðan tvey ára yvirbygnaði (120 ECTS).

Føroyska útbúgvingin, bachelor og yvirbygnaðurin (sum á Setrinum kallast embætisprógv í lóg), fekk samsvarandi avgerð hjá danska løgmálaráðnum viðurkenning 14. mars 2022 sum javnsett donsku útbúgvingini cand. jur. Útbúgvin av Fróðskaparsetrinum hava samsvarandi hesi avgerð somu atgongd bæði í Føroyum og Danmark til siðbundin embæti í rættarskipanini, so sum ákæri, dómari og advokatur.   

Týðandi er, at løgfrøðilesnaðurin á Fróðskaparsetrinum setir lóg og løgfrøði í føroyskt høpi út frá tí grundleggjandi fortreyt, at útbúgvin væntast at fara at starvast og praktisera í Føroyum. Samstundis fara akademisku krøvini at fylgja altjóða standardum fyri tey, sum ætla at lesa víðari ella seinni virka uttan fyri Føroyar.

Útbúgvin skulu hava nomið sær hollan kunnleika og førleika í mun til ítøkiligu rættarstøðuna innan eina røð av grundleggjandi ítøkiligum rættarøkjum, frá avtalurætti, endurgjaldsrætti, fyrisitingarrætti, familju- og arvarætti o.s.fr. Eisini skulu tey útbúnu hava nomið sær fatan av ástøðiliga grundarlagnum undir ymisku rættarøkjunum og undir lóg og løgfrøði meira alment; tey skulu eisini dyrka og menna háttalagsligar førleikar – serliga innan greining, skrivligt samskifti og argumentatión – sum hava serligan týdning fyri løgfrøðingar, ið virka í lítlum samfelag við øðrum fortreytum enn størri lond. 

Skeiðini bjóðað á bachelor í lóg stuðla eisini í ein mun øðrum útbúgvingum og deildum á Fróðskaparsetrinum sum valskeið. Skeiðini kunnu eisini partvís takast sum gjaldsskeið av uttanhýsis lesandi, vanligum borgarum, fyrisitarum v.m., ið spyrja eftir skeiðum sum liður í starvsligari førleikamenning ella framhaldandi útbúgving ella bara hava áhuga í at vita meira um føroyska lóg og løgligar stovnar.

Skipan og innihald

Lesturin tekur 3 ár fulla tíð (180 ECTS)

Øll skeið eru kravd.

Skeiðini verða flokkað so:

  1. Dogmatisk skeið: 95 ECTS
  2. Háttalagslig skeið: 40 ECTS
  3. Kontekstualiserandi skeið: 25 ECTS

Dogmatiskur lógkunnleiki er siðbundin gjøgnumgongd av lóg og rættarkeldum á ávísum evnisligum øki, tulkan og brúki teirra. Flestu dogmatisku skeið taka støði í føroyskari lóg ella lóg í grannalondunum. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Familju- og arvarættur; Avtalurættur; Endurgjaldsrættur; Fyrisitingarrættur; Føroyskur stjórnarskipanarrættur I (Føroyskur stjórnarskipanarrættur II kemur á yvirbygnaðinum); Keypi- og kravrættur; Tinglýsing og veð; Altjóðarrættur; Sivilur rættargangur og Revsirættur og revsirættargangur. Boðið verður hetta 5 ECTS skeiðið: Ognarrættur.

Háttalagskeið miða móti almennari fatan av løgfrøðini, herundir lýsing av ymiskum ástøðiligum rákum, tulking og førleika at greina truplar løgfrøðiligar spurningar. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Løgfrøðilig fatan; Úrskurðargreining og Skriviverkstova.

Filosofikum (Examen philosophicum) verður fyrstu ferð á frá heysti 2025. Líknandi skeið var vanligt á universitetum í danska ríkinum at búnað lesandi til víðari lestur. Framvegis er skeiðið í øðrum londum, eitt nú Noregi.

Kontekstualiserandi skeið hava til endamáls at seta føroysku rættarstøðuna í høpi og geva tí lesandi eina fatan av, hvussu rættarstøða og rættarskipan er treytað av ymiskum politiskum, mentunarligum og søguligum kringumstøðum. Boðin verða hesi 10 ECTS skeið: Løgsøga og Samanberandi lóg. Boðið verður hetta 5 ECTS skeiðið: Rómverjarættur.

Grundskeið í lóg á 10 ECTS er ikki roknað við omanfyri, tí skeiðið hevur blandað dogmatiskt og háttalagsligt v.m. innihald.

Bachelorritgerðin er á 10 ECTS, sum tann lesandi sjálv/ur velur eftir vegleiðing og góðkenning frá lærara.

Bygnaður

1.       lestrarhálva
(heyst)

2.       lestrarhálva
(vár)

3.       lestrarhálva (heyst)

4.       lestrarhálva
(vár)

5.       lestrarhálva
(heyst)

6.       lestrarhálva
(vár)

Grundskeið í lóg

Løgfrøðilig fatan

Rómverjarættur

Føroyskur stjórnarskipanar-

rættur I

Tinglýsing og veð

Revsirættur og revsirættargangur

Avtalurættur

Endurgjaldsrættur

Ognarrættur

Úrskurðar-

greining

Fyrisitingarrættur

Altjóða rættur

Examen philosophicum

Familju- og arvarættur

Føroysk løgsøga

Keypi- og kravrættur

Komparativ lóg

B.L. ritgerð

 

 

Skriviverkstova

 

 

 

 

Starvsmøguleikar og framhaldsútbúgving

Treytað av at tann lesandi hevur staðið bachelor, kann viðkomandi fara víðari til masterstig (embætisprógv) á Setrinum, ið leiðir til 5 ára útbúgvingina, ið gevur atgongd til at virka sum advokatur, dómari v.m.

Útbúnir bachelorar kunnu eisini søkja um upptøku á masterstigi á øðrum universitetum, bæði innan lóg og onnur øki, treytað av ítøkiligu krøvunum hjá viðkomandi lærustovni.

Tey við bachelorprógv kunnu eisini fara beinleiðis á arbeiðsmarknaðin, eitt nú sum fulltrúar í almennari fyrisiting.

Undirvísingarmál

Undirvísing er vanliga á føroyskum, men kann eisini vera á enskum ella skandinaviskum máli.

Upptøka og upptøkutreytir

Lesandi verða tikin upp annað hvørt ár

Í mesta lagi 20 lesandi verða tikin upp hvørja ferð.

Umsøkjarar mugu hava miðnámsprógv ella samsvarandi.

Umsøkjarar mugu hava góðar førleikar í føroyskum, donskum og enskum máli, bæði munnliga og skrivliga.

Umsøkjari verður møguliga eisini kallað/ur inn til samrøðu.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til útbúgvingarleiðaran, Bárð Larsen, á bardurl@setur.fo