Skriva út

Starvslæruvegleiðaraskeið og akkersfólkauppgávan fyri fólkaskúlalærarar

- lestrarárið 2024-2025

Námsvísindadeildin bjóðar aftur í ár sera spennandi skeiðið til fólkaskúlalærarar, sum vilja menna seg í starvslæruvegleiðing og akkersfólkaarbeiði.

Starvslæran er ein týdningarmikil partur av læraraútbúgvingini. Fyri at gera starvslæruna so munadygga sum gjørligt, eru vit eins og grannalond okkara, farin at bjóða starvslærarum eitt serskilt skeið, ið skal brynja teir at taka ímóti lesandi og geva teimum førleikar at leggja eitt mennandi starvslæruskeið til rættis.Undirvíst verður triðja hvønn hósdag frá kl. 12.30 til 15.30.

Tað serliga við skeiðnum er, at skeiðsluttakararnir ogna sær ikki bara servitan í starvslæruvegleiðing, men skeiðið varpar eisini ljós á akkersfólkaarbeiðið. T.e. at skeiðsluttakararnir læra at vegleiða nýútbúnum lærarum eins væl og lesandi, ið koma í starvslæru.

Skeiðið telur 15 ECTS

Kostnaður fyri skeiðið er 22.500 kr.

Krøv fyri upptøku er, at tú hevur prógv sum fólkaskúlalærari og hevur 2 ára starvsroyndir innan økið.

Um hetta er nakað fyri teg, so er møguligt at søkja her.

Umsóknarblað og skeiðslýsingar eru at finna í kassunum til høgru.

Umsóknarfreistin er 1. juli 2024.

Starvslæruvegleiðaraskeiðið byrjar í september 2024 og endar í juni 2025:

Um tú hevur spurningar ella ivamál um skeiðið, so ert tú vælkomin at venda tær til Hans Harryson, Hansh@setur.fo