
Skriva út
Nú ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss
Til og við 13. august 2020 ber til at søkja inn á tøk lestrarpláss til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.
Enn er møguleiki at søkja inn bachelor- og masterútbúgvingar umframt hjánám í 2020, tí fleiri útbúgvingar hava enn tøk lestrarpláss.
Umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, tær verða móttiknar. Tí er at skunda sær, tí tann, ið fyrst søkir, fær fyrst bjóðað lestrarpláss. Upptøkutreytirnar eru tær somu sum til upptøkuna fyrr í summar. Upptøkutreytirnar til einstøku útbúgvingarnar eru at finna á útbúgvingarsíðunum á heimasíðuni.
Umsóknarbløð og nærri kunning eru at finna her.
Umsóknir og skjøl, sum t.d. avrit av miðnámsprógvi ella øðrum prógvi, skulu sendast til lestur@setur.fo í seinasta lagi hósdagin 13. august 2020 kl. 14.
Tøk pláss eru á hesum útbúgvingum:
Bachelor
Master
Hjánám
- 04.04.2025 SetriðHeilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgumKongshøll á Vestaru bryggju er í dag 4. apríl opin fyri ø...
- 04.04.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinAlmennur fyrilestur: Kyn og stereotypur í arbeiðslívinumKyn, yrkisval og flytføri verður sett á skránna í Kongshø...
- 04.04.2025 Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurBókaútgáva: Sea of ChangeForlagið Fróðskapur gevur í hesum døgum út greinasavnið S...