
Setrið vitjar miðnámsskúlarnar
Nú er Setrið farið á ferð kring landið til miðnámsskúlarnar at greiða frá, hvørjar góðar møguleikar næmingarnir hava at taka eina hægri útbúgving her í Føroyum
Herfyri var toymið hjá lestrarvegleiðarunum á Setrinum á Miðnámi á Kambsdali, har elstu næmingarnir fingu høvi at kunna seg um møguleikarnar, sum eru at taka eina hægri útbúgving á okkara universiteti.
Fyrrapartin í dag er Setrið saman við Vinnuháskúlanum, Hægri Námi og Føroya Fólkaháskúla á Glasir, har básar eru við fólki og tilfari til tey ungu, sum umhugsa at fara undir hægri útbúgving.
Í morgin, 11. apríl, verður Setrið á Tekniska skúla í Klaksvík á Mýrivegi 2, har okkara básur verður uttan fyri miðlasavnið, og okkara fólk til reiðar at greiða frá og vegleiða.
Seinni í mánaðinum verður eisini farið á Miðnám í Vestmanna og Miðnám í Suðuroy.
Umsóknarfreist til kvotu 2 er 15. apríl, og til kvotu 1 er freistin 1. juli.
- 04.04.2025 SetriðHeilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgumKongshøll á Vestaru bryggju er í dag 4. apríl opin fyri ø...
- 04.04.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinAlmennur fyrilestur: Kyn og stereotypur í arbeiðslívinumKyn, yrkisval og flytføri verður sett á skránna í Kongshø...
- 04.04.2025 Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurBókaútgáva: Sea of ChangeForlagið Fróðskapur gevur í hesum døgum út greinasavnið S...