Setrið bjóðar mong skeið til fólk, sum vilja hvessa sær vitið, men ikki hava tørv á at taka eina heila útbugving
Rannvá Dávadóttir
02.01.2025
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Skriva út
Stakgreinalestur várið 2025
Hópurin av støkum skeiðum eru í at velja, um tú hevur hug at koma á Setrið í vár at styrkja tínar førleikar ella bara fáa iblástur. Umsóknarfreistin er 6. januar 2025.
Stakgreinalestur er til fólk, sum fylgja undirvísing og fara til próvtøku í einstøkum lærugreinum ella skeiðum uttan at vera innskrivað til fullan lestur.
Hetta er tí ein góður møguleiki hjá fólki, sum annars arbeiða ella ikki ætla sær at taka eina heila útbugving.
Tú kanst taka skeið innan nógv ymiskt fakøki.
Útbúgvingar á Setrinum eru jú settar saman av støkum skeiðum, og tí ber til at tekna seg til stakskeið og taka prógv í teimum, um pláss eru tøk.
Harumframt verða eisini serlig gjaldsskeið boðin út, har skikkaðir umsøkjarar kunnu tekna seg.
Hetta er frálíkur møguleiki at eftirútbúgva seg ella vinna sær innlit í eina nýggja lærugrein.
Nærri kunning og umsóknarblað finnur tú her.
- 04.02.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinMannarættindi: Frá teksti til læruGreining av ítøkiligum rættarmálum er merkt av lítlari áh...
- 30.01.2025 Setrið FøroyamálsdeildinAlment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólkNú verður aftur árliga handanin av gávugóðsi úr Grunni Th...
- 27.01.2025Felagsskapurin EUNICoast farin til verkaRektararnir í nýggja europeiska universitetsfelagsskapinu...