Kommunufelagið: Samstarv við Setrið hevði gagnað báðum pørtum
Í Noregi samstarva kommunur við universitet, so margfaldir trupulleikar kunnu loysast á burðardyggan og framtíðartryggan hátt. Nú hava Kommunufelagið, umboð fyri nakrar kommunur og Setrið verið í Noregi og fingið sær íblástur
- Samstarvið við universitetið gevur okkum morgindagsins vitan!
Tað sigur Geir Arild Espnes, sum er borgarstjóri í Oppdal kommunu í Noregi, og sum hevur verið ein av vertunum, nú eitt ferðalag úr Føroyum hevur verið har og í Tróndheimi og kunnað seg um samstarvsavtalurnar, sum kommunurnar hava við universitetið har.
Noregsferðin hjá Setrinum, Kommunufelagnum og kommunalu umboðunum úr Klaksvík, Runavík, Sundalagnum og Vágum hevði til endamáls fáa innlit í og íblástur frá tí væleydnaða granskingarsamstarvinum, sum er millum universitetið í Trondheim, Norges Teknisk-Naturvitenskapelige Universitet (NTNU), og universitetskommunurnar í Oppdal og Trondheim, har ávikavist 7.500 og 210.000 fólk búgva.
Universitetið í Trondheim og tær báðar kommunurnar gjørdu formliga avtalu um granskingarsamstarv í 2018, og samstarvið hevur sambært báðum pørtum eydnast so mikið væl, at avtalan er dagførd og endurnýggjað, seinast í 2021.
Við avtaluni vilja bæði universitet og kommunur menna og seta í verk vælferðartænastur, sum eru grundaðar á gransking og nýggjastu vitan. Umframt útbúgving, gransking og nýmenning, so fevnir avtalan um hesi fýra høvuðsøki:
- Nýmenning og broyting
- Býarmenning og mentan
- Heilsu og vælferð
- Uppvøkstur og útbúgving
Fyrsta dagin á ferðini vitjaði føroyska ferðaliðið í Oppdal, har ein sokallaður ‘Næringshage’ er bindilið millum granskingarsamstarvið, ið er millum kommununa, NTNU og almenna og privata geiran.
Greitt varð frá eini ørgrynnu av væleydnaðum verkætlanum, m.a. viðvíkjandi tøknifrøði, eldrarøkt og norsku “smáttumentanini”. Fólkatalið í Oppdal er vaksandi, og hetta kemst í fyrsta lagi av, at tað hevur eydnast kommununi at "urbanisera" bygdamentanina, tó uttan at missa bygdadámin, sum valdar í kommununi.
Framgongdin byggir á eitt tætt og javnbjóðis samstarv ímillum kommunu, universitet og vinnulív, har allir partar eru við til at lýsa og fíggja ymisku granskingarverkætlanirnar, og har allir partar koma við sínum íkasti, t.d. vegleiðaraførleikum, og fáa nakað burturúr.
Geir Arild Espnes, borgarstjóri í Oppdal, sigur, at tað hevur týdning at vísa øðrum kommunum, at tað er trygt og gevandi at samstarva við universitetið. Hann leggur aftrat, sum nevnt í byrjanini, at samstarv við universitetið gevur ta vitan og tann kunnleika, sum morgindagsins avbjóðingar krevja.
Magni Mohr, professari og pro-rektari fyri gransking á Setrinum, tekur undir við tí, sum Espnes, borgarstjóri, ber fram.
- Fyri at navigera í einum alsamt meira samansettum og skjótt umbroytiligum heimi, og fyri at megna at fyrireika seg til framtíðina, er neyðugt at arbeiða granskingargrundað. Vit kunnu ikki longur broyta skipanir og tilgongdir til dagin í dag, men eiga altíð á vitanargrund at fyrireika okkum og okkara samfelag til framtíðina. Og tað er júst hetta, sum vit nú síggja ítøkilig dømi um á kommunalum stigi, sigur Magni Mohr.
Seinna dagin stóð ráðhúsið í Trondheim og NTNU fyri tørni hjá ferðalagnum. Her løgdu fimm granskingarleiðarar við ymiskum fakligum førleikum fram um samstarvið millum kommununa í Trondheim og NTNU.
Granskingarleiðararnir virka sum bindilið millum kommunu, universitetið og vinnulívið, og hesir hava avgerandi leiklut, tá tað ræður um at finna bestu arbeiðshættir, sum tryggja burðardyggar loysnir til sera samansettar avbjóðingar, sum kommunan hevur ábyrgdina av at lyfta. Hesi mál eru m.a. á trivnaðar-, heilsu- og eldraøkinum, undirstøðukervinum og viðvíkjandi kunningartøkni.
Dagurin í Tróndheim endaði við áhugaverdari løtu á havnalagnum í Tróndheim, har pro-rektarin fyri nýmenning vísti ”milliAmpere2” fram, sum er ein sjálvstýrandi og streymrikin ferðamannaferja, ið er úrslit av samstarvi millum kommunu, vinnulív og tvørfakligar bólkar á NTNU.
Umboðini fyri Granskingar– og framtakseindina á Setrinum og luttakandi føroysku kommunurnar eru samd um, at nógv áhugaverd vitan fekst á ferðini.
- Dagsins kommunur hava stórar avbjóðingar fyri framman. Demografisku broytingarnar hava við sær, at arbeiðsmegin er lutfalsliga minkandi, meðan tey, sum hava tørv á tænastunum frá tí almenna, eru skjótt vaksandi í tali, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum er formaður í Kommunufelagnum.
- Trupulleikin er margfaldur og fyri at loysa hann, krevst nýhugsan. Hetta hava tey ásannað í kommunala geiranum í Noregi, og tí eru tey farin undir eitt skipað samstarv millum kommunur og universitet.
- Endamálið er, at granskingin skal viðgera og koma við møguligum loysnum til tær ítøkiligar avbjóðingarnar, sum standa fyri framman hjá kommununum. Slíkt samstarv kundi eisini verið skipað í Føroyum millum Fróðskaparsetur Føroya og føroysku kommunurnar. Hetta hevði verið til fyrimunar fyri báðar partar, sigur Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum.
Við á ferðini vóru:
Magni Mohr, pro-rektari, Granskingar- og framtakseindin, Fróðskaparsetrið
Harriet Hammer, ráðgevi, Granskingar- og framtakseindin, Fróðskaparsetrið
Sigri Gaini, verkætlanarstarvsfólk, Granskingar- og framtakseindin, Fróðskaparsetrið
Eyðun Christiansen, stjóri, Kommunufelagið
Torbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum og borgarstjóri, Runavíkar Kommuna
Karl Johansen, borgarstjóri, Klaksvíkar Kommuna
Rúni Rasmussen, kommunustjóri, Klaksvíkar Kommuna
Bjarni Eirikstein Prior, borgarstjóri, Vága kommuna
Jógvan Kruse, borgarstjóri, Sunda kommuna
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...